Tíðindi

LÍV keypir 50 prosent av Fastogn13/03 2008

Eik Investment Banking hevur staðið fyri søluni, har Føroya Lívstrygging hevur keypt 50 prosent av P/F Fastogn frá P/F SMS. Bæði keypari og seljari halda, at íløgan í P/F Fastogn hóskar væl sum langtíðaríløga hjá lívstryggingarfelagnum

P/F Fastogn, ið er Føroya størsta fastognarfelag, hevur nú eina nýggja eigarasamanseting.

Tað er greitt, eftir at Eik Investment Banking hevur staðið fyri at gera eina avtalu, har Føroya Lívstrygging (LÍV) keypir ognarpartin á 50 prosent frá P/F SMS. Avtalan er undirskrivað og sostatt endalig.

“Eftirlønarfeløg gera vanliga íløgur í fastogn, men higartil hava vit í minni mun gjørt íløgur í føroyska fastogn. Tí vilja vit fegin gera hesa langtíðaríløguna í eina sera væl rikna fyritøku við góðum menningarmøguleikum”, sigur Tummas Eliasen, stjóri í LÍV.

Hann heldur, at keypið av helminginum av fastogn hóskar væl til virksemisprofilin hjá LÍV.

“Okkara felag fæst fyrst og fremst við handil, og tí hóskar tað sera væl, at LÍV nú keypir okkara ognarpart í P/F Fastogn. Nú hava vit størri rásarúm at reka høvuðsvirksemið hjá P/F SMS”, sigur Niels Mortensen, ið sær íløguna í P/F Fastogn sum eina góða langtíðaríløgu.

“Partarnir hava avtalað, at keypsprísurin fyri tey 50 prosentini av P/F Fastogn eru trúnaðarupplýsingar”, sigur Kristian Petersen, leiðari á Eik Investment Banking, ið hevur staðið fyri handlinum.

Hann upplýsir, at verandi leiðsla í P/F Fastogn heldur fram. Evy Jacobsen er stjóri í Felagnum.

Eftir handilin eru tað Eik Grunnurin og Føroya Lívstrygging (LÍV), sum eiga P/F Fastogn við 50 prosentum í part.

P/F Fastogn varð stovnað í 2003. Felagið fæst við íløgur í fastogn, bæði keyp av verandi bygningum og gerð av bygningum við útleigan fyri eyga.

Les meira:
www.eik.fo/investmentbanking
www.sms.fo .
replica orologi
http://www.itorologioreplica.com

Fastogn fingið heimasíðu09/10 2006

Í dag hevur P/F Fastogn fingið heimasíðu.
http://www.orologirepliche.it

 
 
2006-18 © FASTOGN
KNASSAR new media company - web design and development