Virksemi

Keyp av bygningum

Flest allar fyritøkur, sum reka eitthvørt virksemi, eiga ofta bæði raksturin og bygningin, har vinnuvirksemið verður rikið út frá. Torført er at fáa nakran vinning burtur úr at eiga bygningin, tí talan er um stórar peningabindingar. P/F Fastogn bjóðar eina loysn hesum viðvíkjandi.

Fyrimunir fyri leigarar

Virksemið hjá Fastogn fevnir um keyp og langtíðarútleigan av bygningum. Við at selja sína fastogn, fær seljandi felagið tøkan pening til rakstur felagsins, sum síðani kann verða nýttur til at økja um kjarnuvirksemið og til onnur endamál. Sum leigari skal kundin gjalda eitt fast leigugjald.

Leigarin sleppur frá at hugsa um tað óvissu, sum er við at eiga ein bygning – so sum hækkandi renta, viðlíkahaldsútreiðslur, framtíðarvirði á bygninginum umframt skatt v.m. Harumframt verður lutfallið millum skuld og eginognina ofta betrað um selt verður, og lyklatølini harvið betrað samsvarandi.


Fyrimunir fyri keyparar

Umframt at Fastogn hevur stórrakstrarfyrimunir viðvíkjandi umsiting, rakstri og viðlíkahaldi, fáa vit eisini fyrimunir viðvíkjandi fíggingini.

Bygningarnir vera keyptir til marknaðarvirði og er tað í flestu førum eitt hægri virði enn hann stendur bókaður til í roknskapinum hjá seljandi fyritøkuni, og tí fær Fastogn eitt hægri skattligt avskrivingargrundarlag.


Keyp av bygningum

P/F Fastogn er áhugað í dygdargóðum bygningum, við góðum leigusáttmálum og sum liggja væl fyri í Føroyum.

Um tú metir teg at hava ein tílíkan bygning, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum.

 

 
 
2006-18 © FASTOGN
KNASSAR new media company - web design and development